Hanus og Marita vunnu nýggjárshálvmaraton

Hanus í Horni Nielsen og Marita Andrasardóttir vunnu nýggjárshálvmaraton um vikuskiftið

Mynd: (fif.fo/Jóannes Poulsen) Her byrjar nýggjárshálvmaraton

Mynd: (fif.fo/Jóannes Poulsen) Her byrjar nýggjárshálvmaraton

Tað blivu Hanus í Horni Nielsen og Marita Andrasardóttir, sum vunnu nýggjárshálvmaraton, ið varð um vikuskiftið. Heimasíðan hjá Frælsum Ítrótti Føroya skrivar, at tað nógvur vindur av vestri, men at 57 meira og minni vælbjálvaðir rennarar møttu upp til startin í Funningsfirði.

Hjá monnunum vann Hanus í Horni Nielsen, sum setti stórt persónligt met. Hann nærkast nú oyggjaleikastøði verður sagt.

- Tað gjørdist skjótt greitt, at eingin kundi standa unga sandavágsinginum Hanusi í Horni Nielsen kurl. Rennarin úr Frælsi legði seg beinanvegin á odda. Stútt og støðugt økti hann um munin og var skjótt farin heilt úr eygsjón. Á málinum var hann meira enn fimm minuttir framman fyri næsta rennaran, sum var Hallur Holm. Hann hevði annars fylgst við Magna Hansen, sum tó slepti eftir umleið 10 km. Magni bleiv móti endanum nakað pressaður av Lau Jensen, men helt tó fast um sítt bronsupláss, skrivar fif.fo.

##med2##

Hjá kvinnum fylgdust Marita Andrasardóttir úr Hvirluni og Sarah Vallin úr Bragdinum fyrst fimm kilometarnar, men brádliga setti Marita veruliga ferð á.

- Hon fór langt undan Sarah og yvirhálaði fleiri av monnunum. Tá hon kom á málið vísti klokkan 1.28.29, sum er fitt petti undir hennara persónliga meti, og eisini ein tíð, sum byrjar at líkjast oyggjaleikakravtíðini. Lydia Jacobsen úr Roysninum rann eisini sína bestu tíð og vann eitt trygt bronsumerki, skrivar fif.fo.

##med3##

Sostatt var talan um tveir vinnarar, sum runnu góðar tíðir so tíðliga á árinum. Nýggjárshálvmaraton skuldi upprunaliga vera 4. januar, men frost á vegnum gjørdi at tað bleiv útsett.

 

Topp 10 menn:

1. Hanus í Horni Nielsen, Frælsi 1.18.33

2. Hallur Holm, Bragdið 1.24.15

3. Magni Hansen, Roysnið 1.26.59

4. Lau Jensen, Roysnið 1.27.32

5. Uni S. Joensen, Frælsi 1.29.30

6. Heri Christophersen, Frælsi 1.29.31

7. Per Martin Gregersen 1.30.52

8. Bjarki Johannesen, 1.31.20

9. Pauli Poulsen, Roysnið 1.31.27

10. Hildibjartur Joensen, 1.31.59

 

Topp 10 kvinnur:

1. Marita Andrassardóttir, Hvirlan 1.28.28

2. Sarah Vallin, Bragdið 1.32.20

3. Lydia Jacobsen, Roysnið 1.37.08

4. Hergerð Heldarskarð, Bragdið 1.40.27

5. Ann-Mari av Skarði, Bragdið 1.40.49

6. Eyð Mikkelsen 1.42.02

7. Hallbjørg Danielsen, Roysnið 1.42.04

8. Aud í Soylu, Frælsi 1.54.39

9. Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið 1.57.42

10. Anja Nielsen, Treysti 1.58.27

Mynd: (fif.fo/Jóannes Poulsen) Her byrjar nýggjárshálvmaraton

Bestu menninir: 1. Hanus í Horni Nielsen (í miðjuni), Frælsi 1.18.33 2. Hallur Holm (t.v), Bragdið 1.24.15 3. Magni Hansen, Roysnið 1.26.59

Bestu Kvinnurnar: 1. Marita Andrassardóttir (í miðjuni), Hvirlan 1.28.28 2. Sarah Vallin (t.v), Bragdið 1.32.20 3. Lydia Jacobsen, Roysnið 1.37.08