Hanus skal til Beograd

Youth League: Hanus Sørensen og U19-liðið hjá FC Midtjylland skal spæla móti Reyðu Stjørnu

Lutakastið til 1/8 finalurnar í UEFA Youth League hevur verið í dag. Ein føroyskur spælari er við og tað er Hanus Sørensen, sum spælir við FC Midtjylland. Danska felagið skal spæla 1/8 finalu móti serbiska felagnum, Reyða Stjørna.

Vinnur FC Midtjylland møta teir vinnaranum av uppgerðini millum Ajax og Atletico Madrid. Hanus Sørensen var ikki við, tá FC Midtjylland vann á Lille fyri at tryggja sær pláss í endaspælinum. Hann hevur verið nakað skaddur, men hann vónar at spæla móti Reyðu Stjørnu.

##med2## 

1/8 finalan millum FC Midtjylland og Reyðu Stjørnu verður 3. ella 4. mars. Talan er um ein dyst, ið avgerð hvør kemur víðari. Youth League er svarið upp á Champions League fyri U19-lið.