Hanus trívist væl í FCM og á bakkinum – men ikki á bonkinum

FM1: Hanus Sørensen er fastur fúsur á U19-liðnum hjá FC Midtjylland, og vil eisini verða fastur fúsur á U21-landsliðnum

##med2##

Hanus Sørensen er ein av tveimum spælarum á U21-landsliðnum, sum spæla uttanlands. Hann spælir við FC Midtjyllandi, sum fyri kortum vann danska meistaraheitið.

- Beint nú spæli eg við U19-liðnum og eri ein fastur partur av tí. Eg havi spælt allar dystirnar uttan ein. Eg havi eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum, og so fáa vit at síggja hvat tað verður til aftaná tað, sigur U21-landsliðsspælarin.

Hanus Sørensen er ein av fleiri spælarum á U21-landsliðnum, sum var við á U17-landsliðnum, sum í 2017 vann seg í EM-endaspælið. Tá spældi hann á vonginum og var ein framrættaður spælari, men hugsavnar hann seg um lívið sum høgri bakkur.

- Tað eru nógvir spælarar, sum koma til FC Midtjylland, ið eru kantar. Tá sær FCM møguleikar at gera nakar til bakkar. Eg var ein av teimum. Eg havi verið bakkur á flestu av liðnum hjá FC Midtjyllandi, men havi verið vongur í Føroyum. Nú eri eg bara bakkur, so eg ikki skal skifta í millum. Tað er lættari at verða eitt stað, sigur Hanus Sørensen og leggur afturat:

- Eg havi tað fínt við tí. Í FC Midtjylland spælir tú næstan sum vongur, tí vit hava bóltin so nógv og tú skal fram við í álop. Tað er tann stóra broytingini í at spæla bakkur har. Tað er øðrvísi á landsliðnum, tí tá er tað meiri verjuspæl. Tað er stuttligt at spæla bakkur, tá tú hevur bóltin, men tað er ikki so stuttligt, tá tú ikki hevur bóltin, forklárar Hanus Sørensen, sum orkuna at renna fram hvørja ferð.

  ##med3##

- Ein orsøk til at eg bleiv umskúlaður til bakk var, at eg havi nógvar sprintmetrar. Tað er lítil munur á mínum fyrsta og tíggjunda sprinti. Tí kann eg halda ein heilan dyst á høgra bakki, sigur Hanus Sørensen, ið spældi á vinstra bakki, tá U21-landsliðið vann 3-1 á Ísrael í fyrsta dystinum hjá Bagga.

- Seinast kom eg inn á vinstra bakki, og vit vunnu fyrsta dystin í trý ár. Tað var stuttligt. Vit hava havt nøkur góð avrik og tað eru nakrir góðir spælarar. Tí er tað eisini í ordan at byrja uttanfyri, men eg vil sjálvandi spæla meir, sigur Hanus Sørensen, ið trívist væl undir Sámali Erik Hentze.

##med4##

- Vit hava ein venjara í FC Midtjylland, sum er líkur Bagga. Hann vil gjarna stýra og vil hava at vit gera, sum hann sigur. Tað havi eg eisini fulla virðing fyri. Tað er soleiðis hann metir, at vit hava best møguleika at vinna dystin. Tað trúgva vit sjálvandi eisini uppá, sigur ungdómsspælarin hjá FC Midtjylland.

##med5##

U21-landsliðið skal týsdagin klokkan 17 spæla móti Montenegro á Svangaskarði. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.

##ms##