Haraldur er aftur skálamaður

Skála hevur gjørt sáttmála við Harald R. Højgaard, sum kemur aftur til felagið har hann spældi í fjør

Skála liggur niðast á stigatalvuni og hevur brúk fyri styrki. Millum annað eru nógvir skaðar og tí kemur tað væl við, at felagið hevur fingið tilgongd av Haraldi R. Højgaard. Hann hevur í ár verið partur av hópinum hjá NSÍ, men hann hevur fyri tað mesta spælt við næstbesta liðnum. Nú hevur habb gjørt sáttmála við Skála fyri restina av kappingarárinum.

- Haraldur er 25 ár, og var partur av Skálahópinum, kappingarárini 2018-2019. Í 2020 skifti hann aftur til NSÍ, men nú flytingarvindeygað lat upp aftur, eru partarnir blivnir samdir um at Haraldur aftur gerst Skálamaður. Í 2019 skoraði Haraldur fýra mál fyri Skála, og er annars ein royndur miðvallari, sum verður góður at fáa inn í hópin, skrivar Skála á Facebook.

Sosialurin hevur fyrr í ár skrivað, at Petur Pauli Mikkelsen møguliga verður partur av hópinum, men tað er eitt sindur ógreitt um tað verður í summar ella fyri alt kappingarárið.