Hava ikki tapt síðani í apríl

Toppurin stendur upp á spæl, tá ið NSÍ í kvøld fær vitjan av B36

Næstfremsta liðið fær vitjan av toppliðnum. Tað ber ikki til at vera meiri oddadystur, enn tað verður klokkan 19 í kvøld, tá ið NSÍ fær vitjan av B36. NSÍ hevur 48 stig, og B36 hevur 50 stig.

Felags fyri bæði liðini er, at tey eru ikki farin av vøllinum við ongari úrtøku síðani í apríl.

Síðsta NSÍ tapið var á summarmála, 14. apríl, tá ið NSÍ fór úr Klaksvík við 2-0 tapi.

Síðsta B36 tapið var 30. apríl, tá ið NSÍ hevði vitjan av B36, og heimaliðið vann 2-1.

Tá ið hesi bæði liðini hittust í Gundadali 22. juni, var B36 á sigurskós við málinum, sum Michal Przybylski skoraði í 20. minutti. Tríggjar minuttir eftir at vanliga leiktíðin var farin, javnaði Búi Egilsson, og so endaði tað 1-1.

Tað er møguleiki fyri, at Klæmint A. Olsen í dag fer at skora fyri 25. ferð í ár, og at hann harvið fer at seta nýtt met fyri at hava skorað flest mál í einum kappingarári.    

NSÍ liðformaðurin og toppskjúttin, Klæmint A. Olsen er ein av landsliðsspælarunum, sum hevur verið plágaður av magaeitran og búksjúku síðani ferðina í Spania. Hann vandi ikki í síðstu viku, men hann verður í NSÍ álopinum í kvøld.

Einasti NSÍ spælarin, sum ikki er tøkur, er Pætur Hentze, sum er langtíðarskaddur.

Hjá B36 er álopsspælarin Brian Jakobsen leikbannaður. Róaldur Jakobsen og Erlendur Magnusson eru langtíðarskaddir og fyrrverandi NSÍ málverjin, Símun Rógvi Hansen, er darvaður av skaða.