- Hava vunnið virðing frá hinum liðunum

Torkil Veyhe og teir úr Riwal Readynez vóna at fáa fleiri World Tour-wildcards eftir góða avrikið í Tour de Yorkshire.

Riwal Readynez verður her kunngjørt undan Tour de Yorkshire. Torkil Veyhe sæst næstuttastur til vinstru.

Riwal Readynez verður her kunngjørt undan Tour de Yorkshire. Torkil Veyhe sæst næstuttastur til vinstru.

Torkil Veyhe og teir úr Riwal Readynez vóru um reppið at koppa fleiri av teimum kendu World Tour-liðunum, tá ið teir við Alexander Kamp á odda løgdu eitt frálíkt avrik eftir seg í enska Tour de Yorkshire frá hósdegnum til sunnudagin.

Alexander Kamp lá á einum deildum fyrstaplássi áðrenn hann á fjórða og seinasta teininum í gjár datt aftur á eitt samlað fjórðapláss. Hetta var eitt vónbrot eftir nakrar annars frálíkar dagar.

- Vit eru vónbrotnir av, at vit ikki eydnast, men vit eru stoltir av, at vit tora at vinna. Vit koyra ótrúliga væl sum lið, og vit vísa at vit tora - óansæð hvørjum vit eru uppi ímóti. Fyri at tora at vinna má man eisini satsa og risikera at tapa, sigur Torkil Veyhe.

Riwal Readynez súkklar vanliga á næsthægsta støðinum, ið kallast procontinental, men í Tour de Yorkshire prógvaðu teir, at teir eru eitt gott boð upp á at fáa wildcards til aðrar stórar kappingar á World Tour.

- Vit hava víst, at vit vilja vinna, og at vit koyra saman sum eitt lið. Vit hava vunnið virðing frá hinum World Tour-liðunum, og vónandi eisini fyriskiparunum, so vit kunnu fáa fleiri kappingar á hesum støðinum, sigur Torkil Veyhe.

Samanumtøka av Tour de Yorkshire og ein longri samrøða við Torkil Veyhe er at lesa í dagsins Sosiali.

Riwal Readynez verður her kunngjørt undan Tour de Yorkshire. Torkil Veyhe sæst næstuttastur til vinstru.