Hávard Vatnhamar vann øll oyggjaleikahjørtuni (FM1)

(FM1 á OYL) Hávardur Vatnhamar gjørdist nummar 48 í triathlon, men vann hjørtuni. Hoyr samrøðu við Hávard, ið var rørdur aftaná kappingina

Hávard Vatnhamar gjørdist nummar 48 í triathlon kappingini, men hann vann øll oyggjaleikahjørtuni

Hávard Vatnhamar gjørdist nummar 48 í triathlon kappingini, men hann vann øll oyggjaleikahjørtuni

##med2##

Tann sum skrivar hesar reglur, og fleiri aðrir føroyingar sum vóru til triathlon kappingina máttu svara spurningum frá áskoðarum frá hinum oyggjunum um leirvíkingin, Hávard Vatnhamar sum kappaðist í triathlon í Gibraltar fyrr í dag. Tað var skiligt, at stríðsmaðurin úr Leirvík fór beint inn í hjørtuni hjá teimum sum hugdu, og komin á mál fekk ein ordans klemm frá einari gibraltesiskari kvinnu, ið hjálpir til við oyggjaleikunum.

Hávard Vatnhamar var rørdur tá vit á in.fo og FM1 fingu orðið á hann aftaná fullførda kapping. Hávard gjørdist nummar 48 við tíðini 2:44:00.

Hávard Vatnhamar greiðir frá, at tað var ein stórur dreymur sum var gingin út hjá honum, og tað var fantastiskt at renna fyri Føroyar og koma á mál.

Hávard Vatnhamar fær ikki nógv við av oyggjaleikunum aftrat, tí hann má víðari til Kanada at kappast. 

Omanfyri ber til at hoyra eina ljóðssamrøðu við Hávard Vatnhamar.

##med3##

 

 

Hávard Vatnhamar gjørdist nummar 48 í triathlon kappingini, men hann vann øll oyggjaleikahjørtuni

(Samrøða við Hávard Vatnhamar)