Havnar Róðrarfelag við greiðum koronareglum

- Treytirnar eru ikki til kjak ella umrøðu, kann ein ikki liva við treytunum, tá má ein bara lata vera við koma í neystið, verður sagt.

Havnar Róðrarfelag fer at loyva venjing frá 27. apríl, men tað er við strongum treytum, sum ikki eru til kjak ella umrøðu. Millum annað sleppur ongin í neystið fyrstu 20 dagarnar, eftir at tey eru komin til landið.

- Vit skula tó øll gera okkum greitt at so leingi myndugleikin ikki setur krav um Kovid-19 roynd áðrenn ein kemur til landið og lógarkravt sóttarhald eftir at ein er komin til landið, tá er ein stórur vandi fyri at smittan byrja av nýggjum, hettar setur stór krøv og leggur nógv trýst á okkum, sum varða av kappróðrinum. Líkindini verða sera hættislig tá tey lesandi úr útlondum koma heim mai/juni. Neyðugt er tí at leiðreglur verða fylgdar, um ikki tær verða fylgdar, so muga vit rulla aftur og steingja neystið av nýggjum. Treytirnar eru ikki til kjak ella umrøðu, kann ein ikki liva við treytunum, tá má ein bara lata vera við koma í neystið, skrivar Havnar Róðrarfelag.

Tey vísa eisini á, at tað er ein smittuvandi við at luttaka og at foreldur at børnum undir 18 ár muga umrøða hetta við síni. Tey vísa eisini á, at fólk mugu hugsa um sítt arbeiðspláss og um tað loyvir einum at luttaka.

- Undir treytunum niðanfyri verður soleiðis møguligt at byrja venjingina mánadagin 27/4. Treytirnar verða dagførdar so hvørt smittustøðan broytist - vónandi linkaðar, skrivar Havnar Róðarfelag og vísir á hesar treytirnar:

 1)    Eingin, sum hevur verið uttanlands, skal koma í neystið, yvirhøvur, hvørki til venjing ella annað til og við 20 dagar eftir heimkomu. 20 dagar markið er sett við tí í huga at tað kunna ganga dagar frá tí at ein er smittaður, til ein verður sjúkur, og ung fólk hava ofta lítil ella eingi sjúkueyðkenni.

 2)    Fyri at minka um smittuvandan er bert atgongd til bátahøllin. Møguleiki er ikki at skifta ella annað inn í neystinum. Orsøkin er, at verða skiftirúmini brúkt koma manningar at møtast og fleiri enn 10 persónar hittast. Fyri at lætta um og tryggja at hetta verður so, fara vit at læsa av partar av neystinum.

 3)    Bert ein manning skal vera í bátahøllini samstundis. Er ein onnur manning við at taka ein bát ella seta ein bát inní neystið tá bíðar næsta manning uttanfyri.

 4)    Tá ein bátur verður tikin til venjing ella settur aftur eftir venjing skal alt, sum tit røra við, reinsast við spritti. Tað vil sig árar, homlubond, stokkurin og annað. Áðrenn venjing og eftir venjing skula hendurnar eisini reinsast við spritti.

 5)    Einki skal liggja eftir í bátinum. Tað vil siga at allir lutir, sum ikki hoyra til bátin skula takast úr bátinum eftir venjing. Tað vil siga fløskur, dunkar og annað. Kemur ein manning framá eitthvørt, ið liggur eftir frá eini undanfarnari manning, skal hetta beinast burtur. Tað vil siga koyrast í rusk (ikki blakast onkustaðni í høllini), tí slíkt órudd er ein stórur smittuberi.

 6)    Ikki spýta ella snýsi tykkum niðurí bátin, tað er jú í hesi krops vætuni smittan situr.

 7)    Bjargingarvestar er ein møguligur smittuberi. Brúki tykkara egna bjargingarvest og bert teir hjá HR, um hetta er hægst neyðugt. Verða vestarnir hjá HR brúktir, er neyðugt at tit reinsa vestin við spritti bæði áðrenn og eftir nýtslu.

Havnar Róðrarfelag leggur eisini afturat, at allar manningar undir 18 ár, skulu seta seg í samband við nevndin hjá felagnum. Hartil verður hildið eyga við smittustøðuni í landinum. Broytist smittustøðan kann avgerðin hjá Havnar Róðrarfelagi broytast.