Havnar Telvingarfelag vann FM

Havnin vann í dag í stórum stíli FM-finaluna í landskappingini móti meistaraliðnum hjá Sandavágs Talvfelag

FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag 2020. F.v.: Carl Eli Samuelsen, Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Sjúrður Thorsteinsson.

FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag 2020. F.v.: Carl Eli Samuelsen, Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Sjúrður Thorsteinsson.

Havnin vann í dag í stórum stíli FM-finaluna í landskappingini móti meistaraliðnum hjá Sandavágs Talvfelag. Havnarmenn høvdu knívin á barkanum fyri dystin í seinasta umfari á Giljanesi í dag, tí treytin var, at teir vunnu í minsta lagi 3-1, skuldu teir taka meistaraheitið frá vágamonnum. Úrslitið gjørdist 3½-½ til havnarmenn, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi í dag.

Liðskiparin Helgi Dam Ziska tók helst eina djarva, men gløgga avgerð, tá ið hann beitti tann einans fjúrtan ára gamla Luitjen Akselsson Apol á toppskjúttan Torkil Nielsen á 4. borði í finaluni í dag. Royndin eydnaðist til fulnar, tí tann gávuríki unglingin vann ógvuliga sannførandi við svarta fólkinum, og legði havnarliðið á odda 1-0.

Olaf Berg knógvaði líka sannførandi Silas Eyðsteinsson á triðja borði, og so var 2-0 til Havnina - og háspenningur í luftini. Á fremru borðunum gekk meira javnt á. Við góðari telving á 2. borði fekk Martin Poulsen við svarta fólkinum so líðandi bygt upp ein lítlan fyrimun móti Rógva Egilstoft Nielsen.

Á 1. borði tóktist Helgi Dam Ziska eisini at hava munin í støðuni, men Høgni Egilstoft Nielsen vardi seg væl, tó at hann var kroystur av tíðartroti. Fyrimunurin hjá Helga svann, og so beyð stórmeistarin Høgna remis.

Høgni var kanska í so bráður at taka av, tí nú tóktist avgerðin í dystinum at vera fallin. Martin Poulsen stóð nú so væl á 2. borði, at øllum var greitt, at hann fór ikki at tapa talvið. Ógvuliga tryggur telvaði hann seg og Havnar Telvingarfelag til sigurs í dystinum. 

Sandavágur - Havnin ½ - 3½

Høgni Egilstoft Nielsen - Helgi Dam Ziska ½-½

Rógvi Egilstoft Nielsen - Martin Poulsen 0-1

Silas Eyðsteinsson - Olaf Berg 0-1

Torkil Nielsen - Luitjen Akselsson Apol 0-1

Hinir dystirnir í 1. deild í dag: 

Klaksvík - Havnin B 2-2

Kollafjørður - Vestmanna 2-2

Endaliga støðan í 1. deild:

Havnin 30 stig

Sandavágur 28½

Klaksvík 22

Havnin B 17

Kollafjørður 11½

Vestmanna 11

FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag 2020. F.v.: Carl Eli Samuelsen, Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Sjúrður Thorsteinsson.