Havnin fór við flestu heiðursmerkjunum

FM á stuttgeil endaði í dag sum siður er við spennandi liðkappingum í 50 metra frí.

Hjá kvinnunum vóru tað tær í Havnar Svimjifelag, sum drógu longra stráið og vunnu gull við tíðini 1:52.27. Kvinnurnar hjá Ægir vunnu silvur við tíðini 1:55.40, og á triðja plássið vunnu kvinnurnar á øðrum liði hjá Havnar Svimjifelag bronsu við tíðini 1:55.80.

Hjá monnunum vóru tað teir í Havnar Svimjifelag, sum fóru avstað við gullinum við tíðni 1:38.89. Silvur vunnu menninir í Susvim við tíðini 1:41.87. Bronsu vunnu menninir úr Ægir við tíðini 1:47.43.

##med2##

Størsta svimjifelagið við flestu svimjarunum er Hanar Svimjifelag, sum eisini vann flest heiðursmerki á FM hesaferð.

Úrtøkan hjá teimum trimum feløgunum, sum luttóku í FM, var hendan:

– Havnar svimjifelag var: 27 gull, 19 silvur og 22 bronsu

– Ægir: 10 gull, 16 silvur og 12 bronsu

– Susvim: 4 gull, 6 silvur og 5 bronsu

Øll úrslitini frá FM kappingini kunnu síggjast við at TRÝSTA HER

##med3##

Menninir hjá Havnar Svimjifelag vunnu liðkappingina 50 metrar frí

Kvinnurnar hjá Havnar Svimjifelag vunnu liðkappingina hjá kvinnum á 50 metra frí