HB: Áki er aftur úr FC Midtjylland

16 ára gamli Áki Debes Samuelsen hevur undirskrivað tvey ára sáttmála við HB

Mynd: (hb.fo) Tórmóður Stórá, formaður í HB, og Áki D. Samuelsen

Mynd: (hb.fo) Tórmóður Stórá, formaður í HB, og Áki D. Samuelsen

HB hevur gjørt sáttmála ein tvey ára sáttmála við 16 ára gamla Áka Debes Samuelsen. Hann hevur seinastu tíðina verið partur av FC Midtjylland, men er nú aftur í barndómsfelagnum.

- Áki hevur spælt meginpartin av sínum ungdómsárum í HB, burtursæð frá tveimum árum í Danmark har hann hevur verið knýttur at FC Midtjylland. Hann verður lýstur sum ein spennandi offensivur leikari, ið eisini hevur umboðað Føroyar á U15- og U17-landsliðnum. Harvið er hann enn ein í røðini av spennandi ungdómsleikarum, ið skrivar sáttmála við okkum, skrivar HB.fo.

HB hevur í ár gjørt sáttmálar við bæði Teit Jacobsen og Jákup L. Thomsen, sum eru komnir úr donskum fótbólti. Undan teimum kom René Shaki Joensen eisini aftur úr Íslandi. Allir eru uppvaksnir í HB.

Mynd: (hb.fo) Tórmóður Stórá, formaður í HB, og Áki D. Samuelsen