HB avsannar at Heimir er á veg til Íslands

– Vit eru í samráðinum og eg vænti at vit leingja samstarvið, sigur Ragnar Joensen

Íslandska morgunblaðið skrivar í dag, at Heimir Guðjónsson ikki heldur fram í HB, men leiðslan í felagnum sigur at hetta passar ikki. – Vit eru í samráðinum og eg vænti at vit leingja samstarvið, sigur Ragnar Joensen.

Íslandska morgunblaðið skrivar í dag, at Heimir Guðjónsson ikki heldur fram í HB. Blaðið skrivar at familjan nú er flutt heim, og at Heimir Guðjónsson eisini verður at finna í íslendskum fótbólti, eftir at sáttmálin við HB gongur út í oktober.

HB væntar at leingja við Heimir

Tíðindini úr Íslandi koma óvart á leiðsluna í HB. Heimir Guðjónsson hevur víst stóran áhuga fyri at halda fram, og samráðingarnar um at leingja samstarvið eru í gongd. 

- Eg haldi ikki tað er nakað í hasi søguni. Vit tosa saman um framtíðina, og eg vænti at vit koma á mál við samráðingunum. Tað er nøkur praktiskt ting, men Heimir hevur góðan hug at verða verandi. Eg vænti at vit leingja við Heimir Guðjónsson, men tað er ikki endaliga komið á mál, sigur Ragnar Joensen, sum er partur av leiðslubólkinum, ið rekur besta liðið hjá HB.

##med2##

Hann leggur afturat, at tíðindini koma óvart á, men at man í HB vónar at Heimir Guðjónsson heldur fram í felagnum. In.fo hevur eisini fingið fortalt, at tað er faktuelt skeivt at familjan er flutt aftur til Íslands.

Tað hevur leingi ljóðað, at fleiri íslendsk feløg hava víst Heimi Guðjónssyni áhuga. Heimir Guðjónsson vann í fjør FM, men í ár liggur liðið á fjórða plássi og rennur aftaná. HB er aftur í ár í finaluni um Løgmanssteypið.