HB er á sigurskós

Trý mál vórðu skorað eftir lítlari løtu, og felags fyri tey øll var, at tey vórðu skorað eftir horna

Teir eru farnir undir tak at hvíla seg og leggja ætlanir, hvussu teir skulu fara undir seinna hálvleik við Margáir, har EB/Streymur hevur vitjan av toppliðnum HB.

Støðan er 2-1 til HB. Øll málini vórðu skorað miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og øll vórðu skorað eftir hornaspark og aftur og fram.

Hilmar Leon Jakobsen legði HB framum 1-0 í 20. minutti. Andras Ó. Olsen javnaði í 25. minutti, og minuttin eftir var tað Daniel Johansen, sum aftur legði HB framum 2-1.

HB legði fyri við øgiligum trýsti, uttan at talan var um so nógvar upplagdar málmøguleikar. Síðstu løtuna hevur tað ikki verið so stórur munur á, sum tað var fyrsta hálva tíman.