HB fekk ringasta lutakastið – B36 tað besta

Europa League: Lutakast hevur verið til 1. umfar í Europa League eydnan var misjøvn hjá B36, NSÍ og HB

Í dag hevur lutakastið til 1. umfar í Europa League 2020/21 kappingin verið. Tað bleiv eitt misjavnt umfar fyri føroysku feløgini, skuldi tey vunnið seg víðari úr undanumfarinum, sum verður í komandi vikuni.

Fyrst úr pottinum var NSÍ. Vinnur NSÍ á Barry Town United í komandi viku á Svangaskarði, so skal NSÍ spæla móti skotska Aberdeen á útvølli. Tað er samanlagt eitt góðkent lutakast, tí runavíkingar nú hava møguleikan at koma úr undanumfarinum, men uppgávan verður stór í Aberdeen.

Besta lutakastið til 1. umfar í Europa League fekk B36. Endurtekur B36 sigurin á St Joseph’s av Gibraltar frá 2018, so skal B36 á heimavølli spæla móti Levadia Tallinn úr Estlandi.

Torførasta lutakastið fekk HB, sum í fall av sigri á Glentoria í Belfast í Norðurírlandi aftur skal út at ferðast. HB skal nevniliga spæla móti gamla felagnum hjá Gunnari Nielsen, Motherwell. Feløgini møttust í 1994, tá Motherwell vann 3-0 í Skotlandi og 4-1 á Svangaskarði. 

Europa League 1. umfar:

B36/St Joseph’s - Levadia Tallinn

Aberdeen – NSÍ/Barry Town United

Motherwell – HB/Glentorian