HB fer í eldin í Finnlandi

70 føroyskir fótbóltsspælarar eru í hesum døgum uttanlands í Europa ørindum

Í síðstu viku spældi KÍ seg víðari úr undanumfarinum, meðan NSÍ tapti í Europa League.

Í hesum døgum eru HB, B36 og KÍ uttanlands. Øll liðini skulu í hesi vikuni royna seg í europeiskum avbjóðingum. HB skal spæla í dag, B36 í morgin í Norðurírlandi og KÍ hósdagin í Litava.

23 spælarar eru í hvørjum ferðalag, og samantalt eru 70 fótbóltsspælarar, sum umboða hesi trý feløgini, í løtuni uttanlands.

Klokkan 17 í dag verður fyrsta bríksl í finska høvuðsstaðnum, har HB í Champinos League skal royna seg ímóti finska meistaraliðnum HJK Helsinki.

HB hevur einaferð áður roynt seg ímóti finskum liði í europeisku meistarakappingini. Tað var í 1999, tá ið mótstøðuliðið var FC Haka. Í Gundadali endaði tað 1-1, meðan tað í nógva hitanum í Finnlandi endaði við 6-0 til finsku vertirnar.

Í fjør royndi Víkingur seg í hesi somu kapping ímóti sama liði, sum í dag fer at spæla ímóti HB. Víkingur tapti 2-1 á heimavølli, og í finska høvuðsstaðnum vann HJK Helsinki 3-1.

Dómarin og hjálpardómararnir eru úr Georgia.

Dysturin verður spældur á Telia 5G stadion, sum varð tikið í nýtslu í 2000 og rúmar 10770 áskoðarum. Upprunaliga var talan um grasvøll, men tað var skjótt, at graslíki varð lagt á, sum fleiri ferðir síðani er skift út.

Vøllurin liggur tætt við olympiska leikvøllin, sum varð tikin í brúk í sambandi við, at olympisku leikirnir vóru í Finnlandi í 1952.