HB fór úr Klaksvík við javnleiki

Kvinnur: Hóast KÍ hevði eina rúgvu av møguleikum, so endaði tað við málleysum javnleiki

mynd: Oliver Joensen

mynd: Oliver Joensen

Tað endaði við málleysum javnleiki, tá ið HB í góðveðrinum seinnapartin var gestur hjá KÍ. Hetta var aðru ferð í eina lítla viku, at KÍ var partur av málleysum javnleiki. Fyrra ferðin var á útivølli ímóti Víkingi.

Tølini siga, at heimaliðið var greitt omaná. KÍ hevði tíggju góðar málmøguleikar, og HB hevði ein málmøguleika.

Dómaraseðilin sigur, at tað var ikki hissini manning, sum KÍ hevði á beinkinum. Har vóru millum aðrar ársins spælari og toppskjútti í fjør, Evy á Lakjuni, sum er heima í páskafrí. Rannvá B. Andreasen og Eyðvør Klakstein, sum er farin at venja aftur, eftir at hon orsaka av barnsburði ikki hevur verið á vøllinum síðani 5. juli í fjør.

Javnleikurin ber við sær, at HB er topplið eftir trý umfør. HB hevur vunnið 6-0 ímóti 07 Vestur og 4-1 ímóti B36 og hevur sjey stig. KÍ hevur fimm stig.

Í fjórða umfari fær HB vitjan av NSÍ, og KÍ skal spæla á útivølli ímóti EBS/Skála.

mynd: Oliver Joensen