HB hevur sett nýggjan venjara

Nýggi venjari hevur royndir úr Superliguni, men vil royna nakað øðrvísi

Mynd: (HB.fo) Kaj Leo H. Johannesen, formaður í HB og Jens Berthel Askou

Mynd: (HB.fo) Kaj Leo H. Johannesen, formaður í HB og Jens Berthel Askou

HB hevur í kvøld sett Jens Berthel Askou sum nýggjan venjara, skrivar heimasíðan hjá felagnum. Hann er 37 ára gamal, og hevur seinast verið høvuðsvenjari hjá Vendsyssel í donsku Superliguni. Harumframt hevur hann verið hjálparvenjari í Skive IK, Thisted FC og Vendsyssel, áðrenn hann tók sæti sum høvuðsvenjari har. 

Umframt royndir sum venjari, hevur hann eina drúgva yrkisleið aftanfyri seg, sum leikari. Hann hevur spælt í donsku Superliguni og 1. deild, og í turkiskum og enskum fótbólti, har hann hevur umboðað Kasımpaşa S.K. og Norwich City, skivar HB.

HB.fo skrivar:

Gleðir seg til avbjóðingina í Føroyum:

Til spurningin hví hann hevur valt at taka við starvinum sum høvuðsvenjari hjá okkum, sigur Berthel at hetta er ein spennandi avbjóðing. Bæði sum venjari, men eisini persónliga fyri hann, at royna okkurt ørvísi. Sum leikari hevur hann roynt seg uttanfyri Danmark, og tey upplivilsini gera at hann ikki ræðist avbjóðingina.

Um hvat vit kunnu vænta at síggja á vøllinum, sigur hann at vit fara at síggja eitt lið sum hevur eitt týðuligt konsept. Eitt lið sum spælir við vilja og dirvi, tó uttan at blaka alt fyri borð. Honum dámar at liðið er spælstýrandi, men sjálvsagt verður atlit tikið til mótstøðuna. Serliga í europeiskum dystum.

Hann byrjar í starvinum 1. desember, og sáttmálin er galdandi til og við 2021.

Mynd: (HB.fo) Kaj Leo H. Johannesen, formaður í HB og Jens Berthel Askou