HB í viðgongd undan Linfield

Nú er eisini greitt, at HB skal til Montenegro ella Kýpros, um liðið kemur víðari

Mynd: (Bjarni Enghamar) Tróndur Jensen í dysti móti HJK Helsinki. Dysturin endaði 2-2.

Mynd: (Bjarni Enghamar) Tróndur Jensen í dysti móti HJK Helsinki. Dysturin endaði 2-2.

HB skal í morgin klokkan 16.45 spæla móti meistarunum úr Norðuríslandi, Linfield FC. Úr leguni hjá HB verður sagt, at allir mans uttan Andreas Breimyr eru tøkir. Norski miðvallarin er langtíðarskaddur.

Bartal Wardum, Adrian Justinussen, Ari M. Olsen og René Shaki Joensen sótu allir uttanfyri í seinna dystinum móti HJK Helsinki. Nú ljóðar, at allir kunnu spæla. Bartal Wardum er í kapping við Hørð Askham um eitt pláss í miðverjuni, meðan Adrian Justinussen og Ari M. Olsen helst avloysa Pætur Petersen og Sebastian Pingel.

Líkt kundi eisini verið til, at Brynjar Hlöðversson byrjar á miðjuni fyri Daniel Johnsen. Íslendski miðvallarin er kropsliga sterkur og tað passar helst væl til norðurírsku mótstøðuna. René Shaki Joensen stríðist við ein skaða, men mett verður at hann kann spæla ein leiklut í dystinum. 

Fyri løtu síðan bleiv greitt, at kemur HB víðari til 3. umfar í Europa League, so skal HB møta antin Sutjeska úr Montenegro ella APOEL av Kýpros.

Europa League 2. umfar:
HB - Linfield (Týsdagin kl 16.45)

Beinleiðis á FM1

Mynd: (Bjarni Enghamar) Tróndur Jensen í dysti móti HJK Helsinki. Dysturin endaði 2-2.