HB: John Petersen nýggjur høvuðsungdómsvenjari

Danin John Petersen verður høvuðsungdómsvenjari hjá HB, eftir at partarnir hava undirskrivað tvey ára sáttmála. John Petersen er 36 ára gamal, og er í løtuni í gongd við at útbúgva seg sum A-venjari. Hann hevur seinastu árini verið høvuðsungdómsvenjari hjá Royn og TB, men hevur nú valt at taka við avbjóðingini í HB.

– Tað, sum gjørdi, at eg valdi at taka við avbjóðingini, var møguleikin at koma til eitt størri felag. Eitt felag, ið hevur uppraðfest á nógvum økjum seinastu tíðina. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at eg havi haft tað ótrúliga gott í Hvalba og Royn. Tí var hetta ikki nøkur løtt avgerð, men í síðsta enda var tað týdningarmikið fyri meg at fylgja mínum ítróttarligu málsetningum, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá HB og leggur afturat:

– Eg vóni, at vit megna at halda spælarar í felagnum. Óansæð støði og persónligar ambitiónir skal tað vera eitt tilboð til øll, allan vegin upp. Harumframt er tað týdningarmikið fyri meg at fáa allar venjarar við, soleiðis at øll kenna seg aftur í tí, vit sjóseta. Øll hava somu kós og vita hví og hvussu, vit skulu gera tingini. Sjálvbodnu venjararnir eru eitt rimmar tilfeingi og eru sera týdningarmiklir fyri felagið. Tað eru teir, ið skulu vera við at skapa karmarnar fyri framhaldandi menning av felagnum.

Vil fegin takka Royn

John Petersen hevur seinastu árini verið høvuðsungdómsvenjari hjá Royn og TB.

– Egvil fegin nýta høvið at takka Royn fyri at geva mær møguleikan at byrja í HB beinanvegin. Eg fari at sakna felagið og fólkini rundanum, men vónandi kann eg hjálpa teimum aftur einaferð í framtíðini. Men nú gleði eg meg til at gera mítt besta í HB og saman við øllum teimum dugnaligu fólkunum her vera við til at flyta felagið enn longur fram, sigur nýggi høvðusungdómsvenjarin hjá HB. 

Hann byrjar í nýggja starvinum 16. mars og tekur við eftir Christopher Harrington, sum ikki fekk uppihalds- og arbeiðsloyvi.