HB: Jonas ætlar at leypa á

Jonas Dal Andersen sigur, at hann ikki ætlar at kollvelta HB, men at tað verður við álopsfótbólti, at HB skal vinna

HB kunngjørdi í gjár, at felagið hevur sett fyrrverandi AC Horsens og Superliganvenjaran, Jonas Dal Andersen, sum nýggjan høvðusvenjara. Hann avloysir Jens Berthel Askou, sum avloysir Jonas Dal Andersen í AC Horsens.

Jens Berthel Askou legði nógv fyri við álopssinnaðum fótbólti, har liðið spældi við høgum trýsti og leypa á. Tað broyttist eitt sindur við kappingarárinum, men tað verður við álopsfótbólti, at vit koma at síggja HB aftur í ár.

- Eg vil eisini spæla við høgum trýsti, og stýra dystunum bæði offensivt og defensivt. Eg fari at halda fram við sama leisti, og fari ikki at kollvelta nakað. Sjálvandi fari eg at gera nakrar taktiskar tillagingar, og fari at hyggja eftir hvar vit kunnu gerast enn betri. Men tit skulu vænta at síggja álopssinnaðan fótbólt, sigur Jonas Dal Andersen við heimasíðuna hjá HB.

Føroyar eru ikki ókendar við nýggjar venjara hjá HB. Tí var hann ikki í iva um, at hann skuldi taka av, tá hann fekk møguleikan.

- Mær hevur altíð dámt væl Føroyar, og havi verið her fleiri ferðir. Tá hesin møguleikin brádliga kom, var eg ikki í iva í at hetta var rætta avbjóðingin fyri meg. Eg gleði meg eisini at sleppa út í Europa at royna meg. Harumframt helt familjan at tað kundi verið spennandi at roynt eitt slíkt ævintýr. So tað er nógv sum talaði fyri, tá hesin møguleikin kom. Eg gleði meg at koma ígongd. At uppliva føroyskan fótbólt, og at møta teimum fólkunum sum eru her, sigur venjarin.

Heitasti stólurin

Jonas Dal Andersen er eisini klárur yvir, at hann setur seg í heitasta stólin í føroyskum fótbólti. Í HB er málið sjáldan minni enn at vinna FM.

- Eg kenni eitt sindur til føroyskan fótbólt. Eg havi starvast á í ISI ítróttarháskúlanum í Ikast, har vit hava haft nógvar føroyskar næmingar. Harumframt kenni eg fleiri venjarar og leikarar, sum hava verið her. Eg var millum annað venjari hjá Lassa Andersen, tá hann skifti frá Kjellerup til HB. So føroyskur fótbóltur og HB eru ikki heilt ókend fyri mær. Eg veit at HB altíð strembar eftir at vinna. Hetta er eitt felag við stórum ambitiónum. Tað merki eg, bæði tá eg tosi við fólk í felagnum, men eisini tá eg tosi við onnur, sum hava áhuga í føroyskum fótbólti. Her fer man eftir at vinna meistaraheitið hvørja ferð. Og tað vil eg eisini, sigur Jonas Dal Andersen at enda.

HB byrjaði at venja í farnu viku. Tá var tað Sebastian Dam, sum stóð fyri venjingunum. Hann er kropsligur venjari hjá HB. Fyrstu dystirnir í VFF-Kup verða longu komandi vikuskiftið.