HB-KÍ 1-1: Hoyr málini frá FM1

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá málunum í fyrru hálvfinaluni millum HB og KÍ

KÍ hevur ein fyrimun við sær til seinnu hálvfinaluna í Klaksvík um 14 dagar við einum máli á útivølli í 1-1 javnleikinum móti HB í Gundadali í kvøld

KÍ hevur ein fyrimun við sær til seinnu hálvfinaluna í Klaksvík um 14 dagar við einum máli á útivølli í 1-1 javnleikinum móti HB í Gundadali í kvøld

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá báðum málunum, ið komu í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum HB og KÍ. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Simen Sandmel legði KÍ á odda tá ein hálvur tími var farin. Ari Mohr Olsen javnaði til 1-1 tá seinni hálvleikur var bert fýra minuttir gamal.

Liðini hittast aftur um fjúrtan dagar við Djúpumýru í Klaksvík. Endar dysturin 0-0 fer KÍ víðari uppá útivallarmál. Endar dysturin 2-2 fer HB víðari uppá útivallarmál.

HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjararnar, Heimir Guðjónsson hjá HB og Mikkjal Thomassen hjá KÍ. Hoyr eisini Teit Joensen taka samanum dystin. 

KÍ hevur ein fyrimun við sær til seinnu hálvfinaluna í Klaksvík um 14 dagar við einum máli á útivølli í 1-1 javnleikinum móti HB í Gundadali í kvøld