HB letur spælara fara heim

Hópurin hjá HB verður ikki so beiður seinastu umførini

Andreas Breimyr er ikki longur partur av hópinum hjá HB. Norski miðvallarin kom til felagið við kappingarbyrjan, tí hann skuldi avloysa Trónd Jensen, sum var langtíðarskaddur.

Hann kláraði ongantíð at vinna sær fast pláss á liðnum og bleiv seinni skaddur. Seinastu tíðina hevur hann spælt við 1.deild, men tað er als ikki blivið til nakrar minuttir á Betri deildarliðnum.

Nú hava HB og Andreas Breimyr valt at enda samstarvið. Sum skilst, so hevur norski miðvallarin ikki verið løntungur fyri HB. Hann við einum CV, har hann hevði spælt ungdómsfótbólt við Crystal Palace, men megnaði ongantíð at liva upp til stóru vónirnar.

Tróndur Jensen og Hørður Askham hava verið undir skurð, eftir at teir hava slitið krossbandið í knænum. Báðir væntast at verða uttanfyri í upp til eitt ár. Hartil er René Shaki Joensen skaddur í lærkrikanum og gav avboð til landsliðið hesaferð.

##med2## 

HB er í løtuni nummar fimm í Betri deildini og skal hava nýggjan venjara, eftir at Heimir Guðjónsson hevur gjørt fýra ára sáttmála við Valur í Íslandi.

Mynd: (Heðin Askham/Facebook) Hørður Askham (t.h) og Tróndur Jensen hava báðir verið undir skurð