HB og EB/Streymur hart rakt av sóttarhaldi

HB og EB/Streymur hava samanlagt fleiri spælarar, sum skulu í sóttarhald

Leiðslan á Glasi hevur í kvøld gjørt øllum næmingum og lærarum greitt, at tey øll eru í sóttarhaldi, til tey eru kannað fyri koronu tvær ferðir. Millum næmingarnar eru fýra spælarar hjá HB og fleiri hjá EB/Streymi. Liðini skulu eftir ætlan spæla mikukvøldið í Betri deildini hjá monnum. Í kvøld hevur HB lagt so ljóðandi skriv út:

Les eisini: 2000 fólk skulu í sóttarhald

HB.fo:

Korona ávirkar okkara ungu spælarar – men vit vilja spæla dystirnar.

Nýggjasta tilburðirnir av koronasmittuna koma at ávirka okkum. Átøkini, sum í dag eru sett í verk fyri at byrgja upp fyri at smittan spjaðir seg, koma at ávirka okkara hóp hjá Betri monnum. Fleiri av okkara yngru leikarum ganga í skúla á Glasir, og skulu kannast fyri korona tvær ferðir komandi dagarnar, umframt at sita í sóttarhaldi til teir hava tvey negativ úrslit.

Í samlaða hópinum hava vit fleiri spælarar, sum ganga á Glasir, og hetta ávirkar okkara møguleikar at seta liðið, – í øllum førum til komandi dyst. Vit í HB halda tó at tað er sera umráðandi at vit fáa spælt dystirnar í komandi viku, soleiðis at landskappingin kann avgreiðast nøkunlunda sum ætlað. Korona hevur longu ávirkað landskappingina í so stóran mun, at tað verður trongligt at flyta fleiri dystir.

Vit ganga sjálvandi út frá, at øll feløgini neyvt fylgja vegleiðingini frá myndugleikunum á hesum øki, soleiðis at landskappingin verður ávirkað minst møguligt. Hóast hetta merkir, at vit koma at mangla spælarar bæði til venjing og dystir í komandi viku.

Í HB hava vit eisini tikið neyðugu atlitini, og hava avlýst venjingar og dystir hjá nøkrum av yngru liðunum í komandi viku, eins og HB-húsið aftur verður stongt eina tíð.