HB tók ikki av stóra møguleikanum

Hóast finsku meistararnir mistu ein mann, tá ið hálvur tími var farin, so megnaði HJK Helsinki at vinna trivaligan sigur

HB liðið undan dystinum í Helsingfors í kvøld. Mynd: hb.fo

HB liðið undan dystinum í Helsingfors í kvøld. Mynd: hb.fo

Um eina viku hittast HB og HJK Helsinki í Gundadali. Tá verður seinni og avgerandi dysturin í innleiðandi umfarinum í Champions League.

Eftir fyrra dystin, sum í kvøld var í finska høvuðsstaðnum, skal ógvuliga nógv venda øðrvísi um eina viku, enn tað ger í kvøld, um HJK Helsinki ikki skal halda fram í kappingini, meðan HB skal royna seg í Europe League.

HJK Helsinki vann 3-0, og tað iðra teir í HB seg sjálvandi um. Støðan var 1-0, tá ið annar av miðverjunum hjá heimaliðnum sá gult fyri aðru ferð og harvið varð vístur av vøllinum eftir fríspark ímóti fremsta manni hjá HB, Ara Mohr Olsen.

Hjá HB ráddi tað so um at halda tørn fram til steðgin, tá ið møguleiki var at leggja ætlanir fyri, hvussu tað síðani skuldi farast fram.

Men ólukkutíð økti HJK Helsinki til 2-0 lítla løtu undan steðginum eftir fríspark og innlegg úr høgru.

Beinanvegin eftir steðgin avloysti Sebastian Pingel Ara Mohr Olsen í fremstu HB ódnini.

HB skoraði einki mál, meðan heimaliðið skoraði eitt mál aftrat og vann 3-0.

 Seinni dysturin verður á ovara vølli í Gundadali um eina viku.

 

HJK Helsinki - HB 3-0 (2-0)

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum (Daniel Johansen, 82.), Lasse Andersen, Magnus Egilsson – Hørður H. Askham, Tróndur Jensen – Adrian Justinussen, Dan í Soylu (Brynjar Hløðversson, 82.), Símun Samuelsen - Ari Mohr Olsen (Sebastian Pingel, 46.)

 

https://www.in.fo/matches/?no_cache=1&tx_iklivescores_match%5Bmatch%5D=641&tx_iklivescores_match%5Baction%5D=show&tx_iklivescores_match%5Bcontroller%5D=Match&cHash=4f7cda135f3540e273ea8cadcc19e83f

HB liðið undan dystinum í Helsingfors í kvøld. Mynd: hb.fo