HB turkurin er burtur

HB fagnaðurin er stórur, nú bæði kvinnurnar og menninir hava vunnið steypakappingarnar, eftir at tað ikki er eydnast í nógv ár

Tað er øgiligur fagnaður í HB leguni. Fyrr í kvøld vann kvinnuliðið steypakappingina fyri fyrstu ferð síðani 2001. Og nú hevur mansliðið vunnið steypafinaluna 3-1 ímóti Víkingi.

Talan var um sannførandi sigur, tí HB var mesta partin av tíðini greitt omaná.

HB sigurin er tann fyrsti í steypafinalu síðani í 2004. HB steypaturkurin hevur harvið verið í 15 ár.

Sigurin ber við sær, at HB hevur tryggjað sær rætt at luttaka í europeisku kappingini næsta summar.

Tapið ber við sær, at møguleikin hjá Víkingi at luttaka í europeisku kappingini næsta summar er heilt lítil.

Undan dystarbyrjan og fyrstu løtuna snúði spenningurin seg mest um, um tað fór at eydnast at spæla fótbólt, tí tað var so nógvur mjørki.

Tað eydnaðist at spæla, og í seinna hálvleiki var tað eingin trupulleiki at spæla.

HB var nógv meiri í álopsstøðu, tá ið tað eydnaðist Adrian Justinussen at seta hol á við rimmar frísparki. Sjey minuttir eftir steðgin økti Símun Samuelsen um munin, eftir kiks í Víkingauppspælinum og góða sending frá Dan í Soylu.

Víkingar hildu seg hava minkað um munin, tá ið Bogi Reinert Petersen setti bóltin í málið. Hjálpardómarin kolldømdi fyri rangstøðu, sum tóktist vera ivasom. Løtu seinni eydnaðist tað Andreas Lava Olsen at minka um munin, og so varð tað heilt spennandi í eina løtu.

HB kendist eitt sindur skelkað í lítla løtu, men HB fekk fult og heilt tak á tí aftur, tá ið innskifti Sebastian Pingel eftir innlegg frá Bartali Wardum og við høvdinum og umvegis handara stólpa setti bóltin í málið.

So var 3-1, og víkingarnir megnaðu ikki at svara aftur.

Hetta er fyrsti HB sigurin í kappingini um løgmanssteypið síðani 2004, tá ið HB vann ímóti NSÍ.

Síðani hevur HB tapt fleiri finalur. Eitt tað størsta vónbrotið man tað vera, sum HB var fyri í 2018, tá ið HB tapti við 11 monnum ímóti B36, sum at enda bara var mannað við 9 monnum.

Nú eru øll vónbrotini vaskað burtur. HB hevur vunnið 2019 finaluna, og HB hevur tilsaman vunnið 27 steypafinalur, síðani tað í 1955 varð farið undir steypakappingina.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

Víkingur - HB 1-3 (0-1)

0-1: Adrian Justinussen 40.

0-2: Símun Samuelsen 52.

1-2: Andreas Lava Olsen 62.

1-3: Sebastian Pingel 71.

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Elias Rasmussen - Gunnar Vatnhamar, Vukasin Tomic, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen, Bogi Reinert Petersen (Elias Lervig, 59.), Heðin Hansen, Arnbjørn Svensson (Philip Djordjevic, 59.) - Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal

Gult kort: Vukasin Tomic, Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen

Venjari: Sámal Erik Hentze

HB: Teitur Matras Gestsson – Bartal Wardum (Jógvan Rói Davidsen, 83.), Brynjar Hlöðversson, Lasse Andersen, Magnus Egilsson (Sebastian Pingel, 68.) – Adrian Justinussen, René Shaki Joensen, Daniel Johansen, Símun Samuelsen – Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen (Pætur J. Petersen, 90.)

Gult kort: René Shaki Joensen

Venjari: Heimir Guðjónsson