HB vann á norðoyastevnu

1. DEILD: Sigurin í dag var tann fyrsti í ár hjá norðoyastevnugestunum

Tað gekk ikki við norðoyastevnufótbóltinum hjá KÍ íkvøld.

HB var á vitjan, og norðoyastevnugestirnir eru á veg suður aftur við 3-1 sigri. Hetta er fyrsti sigurin yvirhøvur í ár hjá næstbesta HB liðnum, sum undan ferðini til Klaksvíkar hevði tapt tvær ferðir og tríggjar ferðir spælt javnt.

KÍ vann næstbestu deildina í fjør. Í dag tapti KÍ fyri triðju ferð, og í løtuni sær tað ikki út til, at liðið fer at vinna seg fram til at vera við í kappingini um fremstu plássini.

HB setti hol á, tá ið lítil hálvur tími var farin. Málskjútti var Rói av Fløtum, og Hanus Pauli Danielsen átti uppleggið. Stórar tíggju minuttir seinni økti HB til 2-0. Nú var Hanus Pauli Danielsen málskjútti, og Rói av Fløtum átti uppleggið.

Spenningur kom í aftur miðskeiðis í seinna hálvleiki. Elsti maður á liðnum, Hjalgrím Elttør, átti uppleggið, og yngsti maður á liðnum, Gulas A. Jacobsen skoraði málið.

So var spennandi í eina lítla løtu, men í 69. minutti økti HB um munin til 3-1, og so var mótbrekkan ov tung hjá heimaliðnum.

Tormóður P. Djurhuus átti uppleggið, og Tóri Rasmussen var tað, sum staðfesti 3-1 HB sigurin.

Í sjeynda umfari fær KÍ vitjan av toppliðnum Víkingi, og HB skal út á Argir at spæla ímóti AB.