HB varpað úr meistarastríðnum

Kvinnur: Olga Kristina Hansen var málskjútti, tá ið B36 setti grannarnar upp á pláss

Higartil hevur HB saman við ÍF/Víkingi/B68 og KÍ verið við í kappingini um fremsta plássið og FM.

Nú er HB ikki longur partur av kappingini um FM. Í dag tapti HB 1-0 í grannauppgerðini ímóti B36.

Málskjútti hjá B36 var landsliðsspælarin Olga Kristina Hansen, tá ið ein tími var farin.

Sigurin kendist serliga søtur hjá teimum í B36, tí tað eru bara tveir mánaðir síðani, at HB vann landskappingardyst ímóti B36 við 10-0!

Tey trú toppliðini hava spælt 12 dystir. KÍ hevur 28 stig, ÍF/Víkingur/B68 hevur 24 stig, og HB hevur 19 stig.

B36, sum hevur spælt 13 dystir, hevur 9 stig, og EBS/Skála, sum er á veg til hús eftir Europa fótbólt, hevur spælt 11 dystir og hevur 7 stig.

22. august vera tveir dystir: EBS/Skála – ÍF/Víkingur/B68 og B36 – KÍ.