HB-venjarin og HB-veteranurin vóru bæði rørd (FM1)

(FM1) Hoyr Allan Dybzak, venjara og spælararnar, Liljan av Fløtum, Heidi Sevdal og Ása á Reynatúgvu seta orð á søta steypafinalusigurin

Aftaná 18 ára turk er bíðitíðin hjá HB-kvinnunum loksins liðug

Aftaná 18 ára turk er bíðitíðin hjá HB-kvinnunum loksins liðug

##med2##

Tað er fagnaður í HB leguni, tí hetta er fyrsta ferðin í 18 ár, at HB vinnur steypafinaluna í kvinnudeildini. 

Heidi Sevdal setti hol á við fínum skoti av brotsteigarmarkinum í 19. minutti, og tá ið ein hálvur tími var farin, økti Elin Maria Isaksen um munin til 2-0 við brotssparki.Sjey minuttir undan leikloki staðfesti innskifta Julia Naomi Mortensen HB sigurin eftir besta álopið í dystinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 gjørdi við ein sera rørdan høvuðsvenjara hjá HB, Allan Dybzak sum var so rørdur, at hann átti ikki orð.

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við veteranin, Liljuna av Fløtum sum loksins hevur vunnið eina steypafinalu aftaná at hava tapt seks steypafinalur við HB. Liljan er ovurfegin, men sum 40 ára gomul torir hon ikki at lova, at hon tekur enn eitt ár í Betrideildini.

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Heidi Sevdal, ið loksins hevur vunnið eitt heitið við HB. Heidi hevur vunnið greipuna við EB/Streymi/Skála í 2017.

4) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Ásu á Reynatúgvu um serliga maskottin hjá HB-kvinnunum. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi/Skála, Matthias Davidsen og veteranin hjá EB/Streymi/Skála, Rakul Magnussen.

 

 

Aftaná 18 ára turk er bíðitíðin hjá HB-kvinnunum loksins liðug

(Samrøður: Allan Dybzak, Liljan á Fløtum, Heidi Sevdal og Ása á Reynatúgvu)