HB venur á Tórsbreyt

Tað var ein óvanlig sjón á Tórsbreyt í gjár, tá HB vandi á grasvøllinum

Mynd: (hb.fo) HB venur á Tórsbreyt

Mynd: (hb.fo) HB venur á Tórsbreyt

Í komandi viku er Europa League dystur millum norðurírska Glentoran og HB á skránni. Dysturin verður spældur á The Oval í Belfast. Hvørki Ovari vøllur ella Niðari vøllur eru ikki til taks í løtuni, so bæði HB og B36 hava vant á Tórsvølli, men tað er ikki tí at HB er farið at venja á Tórsbreyt.

- Av tí at dysturin skal spælast á grasvølli, eru okkara menn farnir á grasvøllin á Tórsbreyt at fyrireika seg. Fyri okkum hevur tað stóran týdning at vit sleppa at fyrireika okkum á besta hátt, skrivar hb.fo.

HB hevur spælarar sum Delphin Tshiembe, Adrian Justinussen og Trónd Jensen tøkar aftur, eftir at teir komu á vøllin í 11-0 sigrinum á AB. Dysturin móti Glentoran verður hóskvøldið.

Champions League 1. umfar:

Mikudagin 19. august

KÍ-Slovan Bratislava (19.00) Beinleiðis á FM1

Champions League 2. umfar:

Young Boys – KÍ/Slovan Bratislava

Europa League undanumfar:

Hósdagin 20. august

B36-St Joseph’s (16.30)

NSÍ-Barry Town United (18.00) Beinleiðis á FM1

Glentoran-HB (19.00)

Europa League 2. umfar:

B36/St Joseph’s - Levadia Tallinn

Aberdeen – NSÍ/Barry Town United

Motherwell – HB/Glentorian

Mynd: (hb.fo) HB venur á Tórsbreyt