Heðin: FSF skal "headhunta" komandi landsliðsvenjaran (FM1)

(FM1) Heðin Askham, fótbóltsviðmerkjari biður FSF koyra allar umsóknir sum eru komnar til landsliðsvenjarastarvið í skrellispannina

Heðin Askham vil ikki hoyra talan um ein føroyskan landsliðsvenjara, ið hevur søkt starvið. Komandi landsliðsvenjarin skal headhuntast (Savnsmynd)

Heðin Askham vil ikki hoyra talan um ein føroyskan landsliðsvenjara, ið hevur søkt starvið. Komandi landsliðsvenjarin skal headhuntast (Savnsmynd)

##med2##

- FSF eigur at koyra allar 70 umsóknirnar til landsliðsvenjarastarvið í skrellispannina. So bersøgin er fótbóltsviðmerkjarin, Heðin Askham í samrøðu við reportaran hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig.

Heðin Askham heldur, at FSF skal headhunta ein landsliðsvenjara við einum greiðum arbeiðssetningi, málsetningi, spæliætlan og menningarætlan.

Heðin Askham hevur enn sum áður einki ímóti, at talan gerst um ein útlending, men gjarna skal hesin búgva í Føroyum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Heðin Askham um landsliðsvenjaraspurningin. 

HER  ber til at hoyra hvat Virgar Hvidbro, FSF-aðalskrivari hevði at siga um landsliðsvenjaraspurningin í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig. 

Heðin Askham vil ikki hoyra talan um ein føroyskan landsliðsvenjara, ið hevur søkt starvið. Komandi landsliðsvenjarin skal headhuntast (Savnsmynd)

(Samrøða: Heðin Askham um landsliðsvenjaraspurningin)