Heidi og Klæmint eru ársins toppskjúttar

Fyrstu heiðrarnir á ársins Fótbóltsgalla eru handaðir.

Árliga Fótbóltsgalla, sum Miðlahúsið og FM í samstarvið við FSF skipa fyri, er á Panorama á Hotel Hafnia í kvøld, og har er fyrstu heiðrarnir nú handaðir til røttu eigararnar.

Tað allarfyrsta, ið varð útnevnt, var ársins Fair Play-steyp. Hetta fekk Skála.

Næst á skránni vóru ársins toppskjúttar, og tey vóru Heidi Sevdal, sum skeyt 25 mál í Betrideildini fyri HB, og Klæmint A. Olsen, sum skeyt metnógv 26 mál fyri NSÍ í Betrideildini í ár.

Í samrøðu við FM1 segði Heidi Sevdal, at hon serliga fegnaðist um at tað eydnaðist henni at skjóta mál í steypafinaluni í ár. Klæmint A. Olsen segði, at hann ikki hugsar serliga nógv um málmetið, men at tað kanska verður stuttligt at hyggja aftur á, tá ið hann einaferð gevst at spæla fótbólt.

##med2##