Heiðra tey bestu í ítróttinum

ÍSF fer ímillum jól og nýggjár at heiðra tey bestu og trúgvastu í føroyskum ítrótti. Øll kunnu vera við at tilnevna.

Eins og undanfarin ár fer ÍSF at heiðra tey, sum á serstakan hátt hava gjørt eitthvørt munagott innan føroyskan ítrótt.

Leygarkvøldið 28. desembur verður Müllers Pakkhús karmur um stórt gallatiltak, har ársins ítróttaheiðrar verða handaðir

Tiltakið verður størri í ár við tað, at heiðrarnir nú verða fimm í tali, umframt at heiðursskjal Poul E. Petersens verður latið persóni, sum gjøgnum mong ár hevur gjørt sjálvboðið arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt.

Í ár verða hesir heiðrar latnir:

Ársins ÍtróttaNAVN

Ársins ÍtróttaÁTAK

Ársins ÍtróttaSAMBAND

Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT

Ársins ÍtróttaFELAGI

Føroya fólk kannn eisini verða við og gera sína ávirkan galdandi. Veitst tú um onkran persón ella eitt átak, sum hevur uppiborið heiðurin sum ÁRSINS ÍtróttaÁTAK, -FELAGI ella ELDSÁL (Poul E. Petersen), so ber til at fara inn á heimasíðuna hjá ÍSF og senda uppskot inn til hesar heiðrar.

(Tíðindaskriv)