Heilur hópur skal í sóttarhald

2. Bundesliga: Um eina viku sleppa Jóan Símun og Bielefeld á vøllin, meðan Dynamo Dresden skal í sóttarhald

Mynd: (nw.de) Jóan Símun Edmundsson í dysti fyri Arminia Bielefeld móti Dynamo Dresden

Mynd: (nw.de) Jóan Símun Edmundsson í dysti fyri Arminia Bielefeld móti Dynamo Dresden

Týsku mynduleikarnir hava boðað frá, at týskur toppfótbóltur kann fara í gongd aftur komandi vikuskiftið. Tað er galdandi fyri Bundesliguni og 2. Bundesliguna, har Jóan Símun Edmundsson spælir við Arminia Bielefeld.

Tað gongur tó ikki heilt sum ætlað, tí um vikuskiftið hava tveir spælarar hjá Dynamo Dresden testa positivir fyri COVID-19. Hesir báðir spælararnir hava vant saman við hópinum, og tí skal alt liðið í sóttarhald í tvær vikur.

Tað merkir í fyrstu atløgu, at dystirnir hjá Dynamo Dresden verða útsettir. Í týsku felagsskapinum fyri fótbóltsdeildirnar taka tey tað fyribils róligt, hóast hetta er við til at gera støðuna verri.

- Vit hava frá byrjan sagt, at hetta er nakað vit skulu verða til reiðar at uppá. Um talan verður um tvær vikur í stóttarhaldi, so klára vit at til rættisleggja skránna uttan at alt koppar, sigur Christian Siefert, formaður í DFL, sum rekur bestu deildirnar í Týsklandi.

Hann leggur afturat í samrøðu við ZDF, at málið framvegis er at fáa avgreitt kappingina á ítróttarligan hátt, og at hetta verður sæð sum eitt afturstig. Eftir ætlan skal Bundesligan og 2. Bundesligan byrja aftur komandi vikuskifti.

Arminia Bielefeld, við Jóan Símuni Edmyndssyni í hópinum, skal sunnudagin spæla móti VfL Osnabrück. Sambært heimasíðuni hjá felagnum, so eru teir nú farin á venjingarlegu.

Mynd: (nw.de) Jóan Símun Edmundsson í dysti fyri Arminia Bielefeld móti Dynamo Dresden