Heimir: Eg eri glaður fyri tíðina í Føroyum

Heimir Guðjónsson hevur gjørt fýra ára sáttmála við íslendska felagið Valur

Heimir Guðjónsson hevur gjørt fýra ára sáttmála við íslendska felagið Valur. Í samrøðu við Morgunblaðið sigur venjarin hjá HB, sum gevst eftir hetta kappingarárið, at hann er glaður fyri tiðina í Føroyum.

- Tað er deiligt at vera í Føroyum. Tað hevur gingið væl og HB er eitt gott felag. Tað er nógv góð fólk í Føroyum og tey hava verið góð fyri meg og mína familju. Tað nakað eydnast, so eru øll glað. Tað er stuttligt at hava roynt hetta, sigur Heimir, ið heldur at føroyskur fótbóltur hevur gjørt framstig.

- Føroyskur fótbóltur hevur gjørt stór framstig og eg havi lært nógv hesi bæði árini, sigur Heimir Guðjónsson

##med2##

Hann skal nú venja Valur, sum stendur uttan pláss í Evropa, eftir tvey ár sum meistari. Tað sigst, at felagið hevur lutfalsliga nógvar pengar, og tí fór felagið eisini eftir einum royndum venjara, sum hevur roynt at vunnið íslendsku kappingina.

- Tað er ongin ivi um, at eg eri spentur upp á hetta projektið. Valur er eitt gott felag við góðum umstøðum og góðum áskoðarum. Øll eru samd um, at tað ikki gekk so væl, sum fólk ynsktu. Mítt arbeiði verður nú at fáa felagið aftur, har tað hoyrir heima, sigur Heimir Guðjónsson við Morgunblaðið.

HB spælir leygardagin móti NSÍ í Betri deildin hjá monnum.