Heimir hevur HB ara til royndarvenjing

Heimir Guðjónsson og Valur hava føroyskan landsliðsspælara á vitjan í løtuni

Mynd: (Álvur Haraldsen) Heimir Guðjónsson og Magnus Egilsson fegnast um steypasigurin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Heimir Guðjónsson og Magnus Egilsson fegnast um steypasigurin

Magnus Egilsson er í løtuni í Íslandi, har hann royndarvenur við Vali, sum hevur fyrrverandi venjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson, sum venjara.

Vinstri bakkurin hjá HB hevur verið fastur maður í landsliðshópinum hjá Lars Olsen í ár. Hann spældi fast á vinstra bakki bæði árini undir Heimi Guðjónssyni í HB. Nú er líkt til, at Heimir ynskir at fáa knýtt føroyska landsliðsspælaran afturat hópinum í Vali, sum eisini telur gøtumannin Kaj Leo í Bartalsstovu.

##med2##

Magnus Egilsson hevur ikki sáttmála fyri komandi ár við HB.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Heimir Guðjónsson og Magnus Egilsson fegnast um steypasigurin

Mynd: (Bjarni Enghamar/FSF) Magnus Egilsson til landsliðsvenjing í Sundby