Heimir: Tað er 50/50 - Mikkjal: Úrslitið var nøktandi (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við høvuðsvenjararnar hjá HB og KÍ, og hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum

Høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson heldur, at møguleikin fyri, at HB vinnur seg í finaluna í kappingini um løgmanssteypið er 50/50

Høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson heldur, at møguleikin fyri, at HB vinnur seg í finaluna í kappingini um løgmanssteypið er 50/50

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI, 

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson sum sá sínar menn spæla javnleik 1-1 ímóti KÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Heimir er væl foreintur við seinna hálvleik tá HB kom aftur og javnaði til 1-1. Hann heldur, at møguleikin hjá HB at vinna seg í finaluna er 50/50.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum nevnir 1-1 javnleikin móti HB í kvøld "eitt OK úrslit". Mikkjal undirstrikar, at KÍ verjir væl og eru sterkir í umstillingunum, og tí fær HB sína sak fyri í returdystinum um 14 dagar.

3) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum. Teitur hevur KÍ sum ein lítlan favoritt til at vinna seg í finaluna aftaná 1-1 javnleiki á útivølli í kvøld. 

HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málunum, ið Simen Sandmel og Ári Mohr Olsen skutu í dystinum í Gundadali.

 

 

Høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson heldur, at møguleikin fyri, at HB vinnur seg í finaluna í kappingini um løgmanssteypið er 50/50