Heimir: Torført at siga farvæl við HB (FM1)

(FM1) Heimir Guðjónsson, høvuðsvenjari hjá HB var gestur í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin

Tað var ikki nøkur løtt avgerð hjá Heimir Guðjónssyni at siga farvæl við HB (Savnsmynd)

Tað var ikki nøkur løtt avgerð hjá Heimir Guðjónssyni at siga farvæl við HB (Savnsmynd)

##med2##

Maðurin, ið leiddi HB til fyrsta meistaraheiti í fimm ár í 2018, og setti føroyskt stigamet við 73 stigum, og sum í ár førdi HB til fyrsta steypasigurin í 15 ár, Heimir Guðjónsson var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið í SportBoxini á FM1 seinnapartin.

Heimir slær fast, at hann og familja hansara hava havt tað framúr gott í Føroyum, og tað var tískil ikki ein løtt avgerð at fara til Kaj Leo Holm Johannesen, formann í HB og boða frá, at hann hevur tikið við starvinum sum høvuðsvenjari hjá Vali í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

Heimir útihýsir ikki, at hann fer at royna at fáa onkrar føroyskar spælarar við sær til Íslands, men hann vil ikki seta navn á nakran spælara.

Heimir staðfestir, at tað er bert ein søga, at hann var uppá tal sum komandi føroyski landliðsvenjari, men hann sigur, at var starvið boðið honum hevði veruliga umhugsað at tikið av. Heimir heldur annars, at føroyska landsliðið átti at hugsað meir verjukent, og bundi meir fyri, og heldur fari vegin hjá íslendska landsliðnum, ið arbeiðir hart og eru sera vandamiklir í deyðbóltsstøðum.

Eitt av vónbrotunum hjá Heimir sum høvuðsvenjari hjá HB vóru útidystirnir hjá HB móti HJK Helsinki og Linfield í summar. Har heldur Heimir, at tað var bara Lasse Andersen sum avrikaði optimalt.

Heimir fæst ikki at siga um hann tippar KÍ ella B36 sum FM-vinnara.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið. 

##med3##

Tað var ikki nøkur løtt avgerð hjá Heimir Guðjónssyni at siga farvæl við HB (Savnsmynd)

(Fótbóltspanelið. Gestur: Heimir Guðjónsson)

Heimir Guðjónsson førdi HB til fyrsta FM-sigurin í fimm ár, og til fyrsta steypasigurin í 15 ár, umframt, at hann setti føroyskt stigamet við 73 stigum í fjør