Í fjør gjørdi Heimir Guðjónsson tað sama í Vali, ið hann gjørdi í HB í 2018, og áðrenn tað í FH. Hann førdi Val til meistaraskapið. Valur vóru av koronaávum dømdir at vera íslendskir meistarar 2020 í heyst, men tá vóru bert fýra dystir eftir og Valur lá átta stig fremst tá avgerðin var tikin.
Stutt undan nýggjárinum velja íslendsk ítróttarmiðlafólk hvør er ársins íslendski venjari, og tá verður valt millum íslendskar venjarar í øllum ítrótti.
Elisabet Gunnarsdóttir sum er høvuðsvenjari hjá Kristianstad í bestu kvinnudeildini í fótbólti í Svøríki var vald til ársins íslendska venjara.
Gamli høvuðsvenjarin hjá HB endaði á einum triðja plássi. U21-landsliðsvenjarin hjá Íslandi, Arnar Þór Viðarsson gjørdist nummar tvey.
Fótbóltsvenjarar fóru við fýra teimum ovastu plássunum. Merkisvert er, at Þórir Hergeirsson sum førdi norska kvinnulandsliðið í hondbólti til EM-gull fyri stuttum bara gjørdist nummar fimm.
Her eru tey sum endaðu ovast:
1. Elísabet Gunnarsdóttir, fótboltur, Kristianstad kvinnur, Svøríki – 133
2. Arnar Þór Viðarsson, fótboltur, U21-landsliðið – 55
3. Heimir Guðjónsson, fótboltur, Valur menn – 23* (Heimir gerst nummar trý, tí fleiri ítróttarmiðlafólk hava hann sum nummar eitt samanborið við Þorsteinn Halldórsson)
4. Þorsteinn Halldórsson, fótboltur, Breiðablik kvinnur – 23
5. Þórir Hergeirsson, hondbóltur, norska kvinnaulandsliðið – 20
6. Guðrún Ósk Ámundadóttir, kurvabóltur, Skallagrímur – 14
7. Jón Þór Hauksson, fótbóltur, íslendska kvinnulandsliðið – 6
8. Stefán Arnarson, hondbóltur, Fram kvinnur – 1
##med2##