SuSvim, svimjifelagið i Suðuroy, hevur sett nýggjan høvuðsvenjara. Talan er um 31 ára gamla vágbingin Dánjal Martin Hofgaard ,sum tekur yvir eftir Balázs Sasvari.
Dánjal Martin er royndur elitusvimjari og hevur vunnið mong heiðursmerkir til SuSvim. Hann hevur royndir sum venjari og hevur eisini verið venjari hjá SuSvim áður.
Men hesi seinnu árini hevur serliga verið kendur innan kappróður, og hann hevur millum annað verið heimsmeistari í inniróðri.