Heini og Fremad vóru aftanfyri 0-3 og vunnu 4-3

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager gjørdu í kvøld eitt minniligt comeback

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager vóru aftanfyri 0-3 móti Lyngby á heimavølli, men endaðu við at vinna 4-3 í einum minniligum dysti á leikvøllinum í Sundby

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager vóru aftanfyri 0-3 móti Lyngby á heimavølli, men endaðu við at vinna 4-3 í einum minniligum dysti á leikvøllinum í Sundby

Heini Vatnsdal var við frá byrjan tá hann og liðfelagarnir í Fremad Amager í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tóku ímóti Lyngby, ið eigur nógv ár á baki í donsku superliguni á heimavølli í Sundby á Amager.

Talan gjørdist um ein sera minniligan dyst fyri Heina Vatnsdal og liðfelagarnar. Tá ein hálvur tími var farin var Lyngby á odda 3-0. Tríggir minutti seinni tendraði Markus Bay eina vón hjá Fremad Amager tá hann minkaði um munin til 1-3. Lyngby hevði tó tamarhald á støðuni, og sá út til at verða á sigurskós, men seinastu 10 minuttirnar vaknaði Fremad Amager og fekk trý mál, og vendi hóttandi tapinum til ein sigur.

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir vóru stórliga fagnaðir av heimaáskoðarunum tá minniligi dysturin var liðugur.

Fremad Amager er nummar fýra í næstbestu deildini við 47 stigum fyri 30 dystir. Fremad er bert eitt stig aftanfyri Næstved á triðja plássi. Liðini sum enda sum nummar tvey og trý spæla uppflytingardystir ímóti liðum úr superliguni.

Gongdin í dystinum móti Lyngby sambært bold.dk:

 

4'0-1Lasse Nielsen
21'0-2Adnan Mohammad
30'0-3Jeppe Kjær
33'1-3Markus Bay
80'2-3Lucas Ohlander
82'3-3Samson Iyede
90'4-3Lukas Engel

 

 

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager vóru aftanfyri 0-3 móti Lyngby á heimavølli, men endaðu við at vinna 4-3 í einum minniligum dysti á leikvøllinum í Sundby