Heini og liðfelagarnir mistu alt seinastu minuttirnar

Fremad Amager stýrdi móti einum góðum 1-0 sigri móti Viborg, ið megnaði at skjóta tvey mál móti dystarenda

 

 

V

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager mistu sigurin úr hondum móti Viborg seinastu minuttirnar

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager mistu sigurin úr hondum móti Viborg seinastu minuttirnar

Heini Vatnsdal var við frá byrjan tá lið hansara, Fremad Amager í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tók móti Viborg FF á leikvøllinum í Sundby á Amager.

Leingi var Fremad Amager á sigurskós. Samson Ideye legði Fremad Amager á odda longu tá 12 minuttir vóru farnir, og hendan støðan helt sær næstu 77 minuttirnar.

Seinasta minuttin av vanligu leiktíðini og í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat misti Fremad Amager alt á gólvið. Verjuspælari hjá Fremad Amager rakti bóltin við hondini, og so var brotsspark til Viborg, ið var sett í netið. Tveir minuttir inni í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat skoraði Viborg sigursmálið.

Verjan stútaði bóltin burtur, men bólturin endaði hjá Frederik Brandhof sum meddaði bóltin í meskarnar hjá Fremad Amager.

Fremad Amager-Viborg FF 1-2 (1-0)

13' 1-0 Samson Ideye

89' 1-1 Christian Sivebæk

92' 1-2 Frederik Brandhof

Komandi dystur hjá Fremad Amager verður á útivølli sunnudagin 22. september móti Fredericia.

Fremad Amager liggur nummar átta av teimum 12 liðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 10 stigum. Bert tvey stig eru niður til niðurflytingarplássini. Trý tey niðastu liðini flyta niður í triðbestu deildina tá kappingarárið er liðugt. 

 

 

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager mistu sigurin úr hondum móti Viborg seinastu minuttirnar