Heini Sørensen skal venja við Ajax

Føroyski ungdómslandsliðsspælarin, Heini Sørensen, skal í næstum venja við hollendska stórfelagnum, Ajax

Føroyski ungdómslandsliðsspælarin, Heini Sørensen, skal í næstum venja við hollendska stórfelagnum, Ajax. Heini Sørensen spælir í løtuni við FC Midtjylland, har hann hevur sáttmála komandi árini.

Hollendska stórfelagið, Ajax, hevur víst honum áhuga. Tí skal hann, so skjótt sum koronafarsóttin er av og til ber at ferðast vanligt til Hollands, at venja við ungdómsliðnum hjá Ajax. Ajax hevur gjørt avtalu við FC Midtjylland, um at teir kunna sleppa at síggja miðvallaran á egnum grasi.

- Tað er altíð hugaligt, tá útlendsk feløg vísa áhuga fyri føroyskum spælarum. Serliga tá talan er um stór og viðurkend feløg sum eitt nú Ajax, sigur Jákup í Stórustovu, ið er umboðsmaður hjá Heina.

Jákup í Stórustovu hevur igjøgnum fleiri ár bygt sær eitt netverk í Evropa, og sigur at hann javnan fær fyrispurningar upp á spælarar. Millum teir á netverkinum er navnframi scouturin hjá Ajax, norðurlendski John Sten Olsen, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum.

 Heini Sørensen er høgt í metum í FC Midtjylland, men felagið hevur ein politikk um, at kemur ein innbjóðing, ið felagið og spælari síggja sum ein góðan møguleika, so sleppur spælarin at royna seg á hægri stigi. Hetta gevur spælarunum møguleika at vísa seg fram aðrastaðni, og at síggja og merkja hvat skal til, um tú vilt røkka enn longri í fótbóltsheiminum.

 ##med2##

Umstøðurnar við korona hava nógvar avbjóðingar við sær í fótbóltsheiminum. Feløgini hava sum heild fokuserað upp á síni 1. lið, og at fáa teir dystirnar spældar. Hetta, samt trupulleikar við ferðing, sóttarhaldi og øðrum ger tað torført hjá feløgum at fáa nýggjar spælarar á vitjan. So skjótt tamarhald kemur á korona, fer Heini Sørensen at venja við í Ajax.