Heini vann, Viljormur tapti - Finnur var uttanfyri

Fremad Amager vann á útivølli, Vejle tapti á heimavølli, og Roskilde fekk javnleik uttan at hava Finnur Justinussen á vøllinum

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager vunnu á Vendsyssel FF (Mynd: Fremad Amager)

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager vunnu á Vendsyssel FF (Mynd: Fremad Amager)

Tað gekk ógvuliga misjavnt hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.

Heini Vatnsdal var við frá byrjan, tá lið hansara Fremad Amager vann ein góðan 1-0 útisigur á gamla føroyingaliðnum, Vendsyssel FF í Hjørring. Pierre Larsen skoraði sigursmálið í 73. minutti.

Viljormur Davidsen kom inn frá byrjan í seinna hálvleiki, tá liðfelagarnir hjá honum í Vejle vóru aftanfyri heili 0-3 móti Nykøbing. Viljormur og Vejle bøttu um í seinna hálvleiki, og eydnaðist tað eisini Viljormi at koma á máltalvuna, men undirskotið frá fyrra hálvleiki gjørdist ov dýrt hjá Vejle tá samanum kom, og tapti heimaliðið 2-4.

Vejle – Nykøbing FC 2-4 (0-3)
1. 0-1 Mathias Gehrt
8. 0-2 Mathias Kristensen (br.)
44. 0-3 Lars Pleidrup
66. 1-3 Kjartan Finnbogason
85. 2-3 Viljormur Davidsen
86. 2-4 Mikkel Dahl

Finnur Justinussen fekk onga spælitíð tá lið hansara, FC Roskilde á heimavølli spældi javnleik 1-1 móti Skive. 

Komandi sunnudag tekur Fremad Amager móti Skive. Komandi leygardag spælir Vejle útidyst móti Vendsyssel FF í Hjørring. Komandi sunnudag vitjar FC Roskilde í Kolding.

Støðan:

(livescore.dk)
1 Nykøbing FC2 dystir2007 - 36 stig
2 Viborg22004 - 06
3 Kolding IF22004 - 16
4 Skive21104 - 24
5 Fremad Amager21103 - 24
6 Fredericia21014 - 33
7 Vendsyssel FF21012 - 23
8 Vejle 20114 - 61
9 FC Roskilde20111 - 41
10 Hvidovre20021 - 30
11 HB Køge20022 - 60
12 Næstved20021 - 50

 

 

 

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager vunnu á Vendsyssel FF (Mynd: Fremad Amager)