Helgi aftur snarmeistari

Helgi vann snarkappingina ógvuliga sannførandi í kvøld. Hann fekk í alt tíggju av ellivu stigum

Tað er nógv telving á skránni hetta vikuskifti. Kappast verður um FM-heitið í bæði snar- og kviktelving fyri einstaklingar, og sunnudagin verður toppdystur í landskappingini, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi í dag.

Kappingin um FM-heitið í snartelving hevur verið í Løkshøll í Runavík í kvøld, og í morgin verður hildið fram við kvikkappingini.

Toppurin við

Tað gleðiliga er, at flest allir av okkara fremstu telvarum eru við í FM-kappingunum í kvik- og snartelving. Nevnast kunnu Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen, Hans Kristian Simonsen, Finnbjørn Vang og aðrir.

Helgi vann snarkappingina ógvuliga sannførandi í kvøld. Hann fekk í alt tíggju av ellivu stigum. Hann tapti fyri Høgna Egilstoft Nielsen, men vann hini tíggju talvini.

Í alt 33 telvarar kappaðust. Helgi Dam Ziska hevur vunnið árliga FM-heitið í snartelving á hvørjum ári síðani 2004 við tveimum undantøkum; í 2012 vann John Rødgaard og í fjør vann Rógvi Egilstoft Nielsen. Tey árini luttók Helgi ikki. Vinnarin fær 2.500 kr.

Í snarkappingini eru reglurnar tær, at tríggir minuttir eru í part til hvørt talvið umframt tvey sekund fyri leikin. Í kvikkappingini hevur hvør telvari tíggju minuttir til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn leikin. FM í kviktalvi byrjar í Løkshøll klokkan ellivu í morgin fyrrapartin.

Endaliga støðan í toppinum gjørdist henda:

1.Helgi Dam Ziska, HT 10 stig

2.Høgni Egilstoft Nielsen, ST 9

3.Finnbjørm Vang, KTF 7½

4.Rógvi Egilstoft Nielsen, KTF 7½

5.Martin Poulsen, HT 7