Helgi besti spælarin og Kjartan toppskjútti í heimasigri

Kjartan Johansen skoraði sigursmálið til 24-23 tá hálvur minuttur var eftir av dystinum móti Sandefjord

Helgi H. Hoydal var valdur til besta spælara á vøllinum, tá Stavanger á heimavølli vann 24-23 á Sandefjord (Mynd: Stavanger Aftenblad)

Helgi H. Hoydal var valdur til besta spælara á vøllinum, tá Stavanger á heimavølli vann 24-23 á Sandefjord (Mynd: Stavanger Aftenblad)

Tað gongur væl hjá føroysku landsliðsspælarunum, Helga H. Hoydal og Kjartani Johansen í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

Í dag vann Stavanger á heimavølli 24-23 á Sandefjord í einum dramatiskum dysti, har Kjartan Johansen skoraði sigursmálið tá 30 sekund vóru eftir av dystinum.

Kjartan gjørdist toppskjútti hjá Stavanger við sjey málum, og Helgi H. Hoydal sum skoraði seks mál var valdur til besta spælaran á vøllinum. 

Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.

Seinastu dysturin hjá Stavanger undan jóla og nýggjárssteðginum verður spældur hóskvøldið á útivølli móti Falk.

Stavanger eru nú sjey stig omanfyri uppflytingarstrikuna, og hava vunnið 11 av 12 dystum.

Støðan:

(soccerstand.com
1.Stavanger12 dystir1101322:29122 stig
2.Fjellhammer12912324:27919
3.Notteroy12714366:33015
4.Kristiansand12705314:31814
5.Sandefjord TIF12624336:30914
6.Falk11614282:27513
7.Lillestrom12426329:33310
8.Viking TIF11416317:3259
9.Charlottenlund12408319:3248
10.Sandnes12408328:3308
11.LFH09 Lillehammer12309321:3716
12.Bodo122010296:3694

      

 

 

Helgi H. Hoydal var valdur til besta spælara á vøllinum, tá Stavanger á heimavølli vann 24-23 á Sandefjord (Mynd: Stavanger Aftenblad)