Helgi: - Í dag MÁ tað vera (FM1)

FM1 hitti Helga Hildarson Hoydal í morgun til eitt prát um brendar møguleikar, bíligt reytt kort og um viljan at vinna á Luksemborg

Helgi Hildarson Hoydal heldur lítið um reyða kortið, sum dómararnir vístu honum í gjár. Í dag skulu Føroyar hevna seg ímóti Luksemborg

Helgi Hildarson Hoydal heldur lítið um reyða kortið, sum dómararnir vístu honum í gjár. Í dag skulu Føroyar hevna seg ímóti Luksemborg

Dysturin, Føroyar - Luksemborg byrjar í dag klokkan 16.30 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

Føroyski strikuleikarin, Helgi Hildarson Hoydal, hevur havt eina misjavna HM-undankapping í Luksemborg. - Eg spældi mín ringasta landsdyst nakrantíð ímóti Litava, sigur strikuleikarin við FM1 í morgun.

Í næsta dystinum ímóti Slovakia var strikuleikarin í brennideplinum við einum beinleiðis reyðum korti, sum strikuleikarin heldur vera bíligt.

Tað hevur verið nær við ofta, sigur landsliðsleikarin, og minnist javnleik ímóti Montenegro, og eitt-máls-ósigrar ímóti Ukraina og Slovakia sum misnýttar møguleikar.

-Í dag MÁ tað vera, tekur Helgi Hildarson Hoydal til í prátinum við FM1 í morgun.

 

 

Helgi Hildarson Hoydal heldur lítið um reyða kortið, sum dómararnir vístu honum í gjár. Í dag skulu Føroyar hevna seg ímóti Luksemborg

Hoyr Helga Hildarson Hoydal í práti við FM1 áðrenn seinasta undankappingardystin á hesum sinni