Helgi remis móti World Cup vinnara

Føroyar eru ikki við til EM-stevnu á hesum sinni

Í september var føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska á øðrum sinni við í World Cup-kapping í Russlandi. 128 telvarar úr 47 londum vóru við. Telvað var eftir cup-skipanini.

Eins og árið fyri fekk Helgi ein av heimsins bestu telvarum í fyrsta umfari - Teimour Radjabov úr Aserbadsjan. Eins og undanfarnu ferðina eydnaðist føroyska stórmeistaranum at fáa annað av talvunum javnt. Hitt tapti hann.

Helgi reyk tí út í fyrsta umfari, men kann ugga seg við, at Radjabov fór allan vegin heilt fram í finaluna, sum hann vann á kinesiska stórmeistaranum Ding Liren.

 

EM byrjað

Í gjár byrjaði EM-stevnan fyri landslið í talvi. Føroyar eru ikki við hesaferð. Talvsamband Føroya hevði sett sum krav, at allir av fremstu fimm føroysku telvarunum vóru tøkir, skuldi nakað lið sendast til kappingina, men tað eydnaðist ikki. Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen eru upptiknir av fótbólti, og Helgi Dam Ziska samdist ikki við Talvsambandið um treytirnar fyri hansara luttøku.

Mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfari í EM-kappingini var, at Danmark púra óvæntað spældi javnt 2-2 móti Russlandi, sum er favorittur og styrkismett nummar eitt av teimum 40 liðunum í kappingini. Føroyar hava tvær ferðir verið við í EM-stevnuni í talvi, og hava fingið fleiri góð úrslit, tó at mótstøðan er ógvuliga hørð. 

Topp 10:

Á nýggjasta topp-10 yvirlitinum yvir føroyskar telvarar er røðin henda:

1 GM Helgi Dam Ziska, HT, 2533

2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST, 2413

3 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST, 2382

4 IM John Arni Nilssen, KTF, 2328

5 IM John Rødgaard, VT, 2294

6 Martin Poulsen, HT, 2266

7 Olaf Berg, HT, 2225

8 Flóvin Tór Næs, HT, 2223

9 Carl Eli Samuelsen, HT, 2188

10 Hans Kristian Simonsen, KT, 2180