Her endar Jens Berthel Askou

Tað tykist púra vist, at Jens Berthel Askou verður venjari hjá føroyskum landsliðsspælara

Tað kom óvart á í HB, at Jens Berthel Askou í gjár boðaði frá, at hann gevst í felagnum. Greipuvinnarin hevði sáttmála við HB fyri komandi kappingarár, men hevur í dag uppsagt samstarvið við HB.

Tað tykist púra vist, at Jens Berthel Askou verður nýggjur venjari hjá Halli Hanssyni og AC Horsens. Felagið hevur fyri kortum koyrt Jonas Dal, sum tók við eftir Bo Henriksen. Tað hevur ikki gingið væl hjá AC Horsens í hesum kappingarárinum. Liðið liggur til niðurflyting, men enn kann plássið í bestu deildini bjargast.

Tað hevur eisini ljóðað, at Jens Berthel Askou hevur verið settur í samband við Viborg, sum spælir í næstbestu deildini, men hevur kós móti uppflyting. Sum skilst, so er hetta ikki aktuelt og Jens Berthel Askou verður nýggjur venjari hjá AC Horsens.

Úr HB ljóðar, at skiftið kemur óvart á. Jens Berthel Askou hevur í fleiri førum verið settur í samband við donsk venjarastørv, men tá komið var til nýggjárs og fyrsta venjingin er í hesu vikuni, so varð væntað, at venjarin helt fram í HB.

HB leitar nú eftir nýggjum venjara. Boðini eru, at felagið ynskir ein venjara á sama stigi sum Jens Berthel Askou.