Her er bruttuhópurin hjá kvinnulandsliðnum

John Petersen, venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, hevur sent boð eftir 30 spælarum til venjing

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla fimm EM-undankappingardystir í heyst - Mynd: Bjarni Enghamar

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla fimm EM-undankappingardystir í heyst - Mynd: Bjarni Enghamar

John Petersen, venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, hevur sent boð eftir 30 spælarum til venjing á Tórsvølli mikudagin 22. juli. Fimm EM-undankappingardystir eru á skránni í heyst, skrivar Fótbóltssambandið.

Korona var júst komin til landið, tá A-landsliðið hjá kvinnum seinast var á vøllinum. Hetta var í venjingardysti móti Estlandi tann 9. mars. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1, og hetta skuldi samstundis vísa seg at gerast einasti landsdystur higartil í ár.

Men nú er gongd aftur komin á virksemið hjá kvinnulandsliðnum, og fyri framman liggja heili fimm EM-undankappingardystir, sum skulu spælast í heyst. Tveir verða á heimavølli, meðan tríggir dystir skulu spælast á útivølli.

Í hesum sambandi hevur landsliðsvenjarin, John Petersen úttikið ein bruttohóp við 30 spælarum til venjing á Tórsvølli mikudagin 22. juli. Av teimum eru tvær, ið spæla í donskum fótbólti.

Bruttohópurin:

Evy á Lakjuni, KÍ

Eyðvør Klakstein, KÍ

Sanna Svarvadal, KÍ

Birita Ryan, KÍ

Óluvá Joensen, KÍ

Julia Naomi Mortensen, HB

Sara S Lamhauge, HB

Jónvá Hentze, HB

Eyðgerð Mikkelsen, HB

Kára Djurhuus, HB

Sarita Mittfoss, HB

Lív A. Poulsen, HB

Jacoba Langgard, ÍVB

Marita á Fríðriksmørk, ÍVB

Hanna Højgaard, ÍVB

Mona Rasmusdóttir, ÍVB

Jensa Tórolvsdóttir, ÍVB

Hjørdis Nesá, ÍVB

Olga K. Hansen, B36

Hanna Jacobsen, B36

Elisabet Vang, B36

Heidi Sevdal, NSÍ

Monika Samuelsen, NSÍ

Unn Hvidbro, NSÍ

Mirjam Huneck, NSÍ

Margunn Lindholm, NSÍ

Birna Mikkelsen, EBS/Skála

Lea Lisberg, EBS/Skála

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DAN)

Arnborg F. Lervig, Sundby BK (DAN) 

Skráin:

18. sept. Føroyar – Norðurírland

22. sept. Føroyar – Hvítarussland

22. okt. Wales – Føroyar

26. nov. Norra – Føroyar

1. des. Norðurírland – Føroyar

Norra er fremst í bólkinum við 12 stigum. Nummar 2 er Wales við 8, og síðan koma Hvítarussland, Norðurírland og Føroyar við ávíkavist trimum, tveimum og ongum stig.

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla fimm EM-undankappingardystir í heyst - Mynd: Bjarni Enghamar