Her er dreymamálið hjá Kompany

Premier League: Vincent Kompany skoraði helst árins mál í gjár

Manchester City vann í gjár 1-0 á Leicester City í næstseinasta umfarinum í Premier League. Við sigrinum er Manchester City bara ein sigur frá enska meistaraheitinum. Tað stóð nógv á heimaliðið, tí tað var 0-0 til 70 minuttir vóru spælir – so tók liðskiparin og stýrimaðurin í verjuni, Vincent Kompany, sakina í egnar hendur.

 ##med2##

Úr 28 og einum hálvum metri valdi hann at smekka til. Hóast hann ikki hevur skorað uttanfyri brotsteigin síðani 2007, so fór hetta skotið upp í málhornið til stóra gleði fyri áskoðararnar á Etihad leikvøllinum í Manchester.

-Eg eri ikki komin hertil, fyri at ungir spælarar skulu fortelja mær nær eg kann skjóta. Eg havi skorað líknandi mál til venjing. Í 15 ár hava spælarar sagt við meg, at eg ikki skal skjóta. Eg havi sagt við teir, at eina ferð fari eg at skora og tað gjørdi eg í dag, segði Vincent Kompany við Sky Sports eftir dystin.

 ##med3##

Manchester City hevur nú 95 stig, meðan Liverpool hevur 94 stig. Tað er eitt umfar eftir í Premier League.

Manchester City vs Leicester City 1-0 - Highlights & Goals Resumen & Goles 2019 HD

"Everyone was shouting DON'T SHOOT!" | Vincent Kompany on his astounding goal against Leicester!